Í gjár var óvanliga nógv ferðsla í Havnini og til og úr býnum. Hetta hevði við sær, at løgreglan hevði trupulleikar við at sleppa til uppgávur, og tey, sum koyrdu neyðsendarakfør máttu hugsa seg um, hvønn veg tey skuldu fara.
Nógv gera síni seinastu jólainnkeyp í hesum døgum, og nú Sandoyartunnilin er latin upp, kann tað hugsast, at fólk, sum annars ikki høvdu komið til Havnar at gera síni ørindi fara til Havnar fyri at koyra ein túr gjøgnum Sandoyartunnilin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Løgreglan væntar eins nógva ferðslu í dag, og royna tey at halda eitt vakið eyga við ferðsluni.
Í gjár varð eisini boðað frá fleiri smærri ferðsluóhappum, men talan var ikki um nakað álvarsamt. Eisini gjørdi løgreglan ferðmátingar í Sandoyartunlinum, men har var einki mál skrivað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald