Tíverri er einki óvanligt við húsaófriði, men ikki er vanligt, at so nógvur húsaófriður er mitt í viku, sum hevur verið seinastu næturnar.
Klokkan 1 í nátt fekk løgreglan fráboðan um at nógvur ófriður kom frá einum húsum í Havnini. Tá løgreglan kom á staðið, var staðfest, at fólkini sum hildu gangin vóru full.
Tað vísti seg at verða talan um útlendsk ferðafólk, sum høvdu leiga staðið gjøgnum AirBnB. Tey fingu boð um at halda frið.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at hetta er næsta náttin á rað at løgreglan fer út til húsaófrið, og at hetta er óvanligt í tann mát, at hetta er mitt í viku. Húsaófriður er vanliga oftast um vikuskiftið, tá fólk hava drukkið.
Boð vóru eisini send eftir løgregluni til eini hús, har ein fullur maður var komin á gátt. Eigarin av húsunum vildi hava mannin út, men av tí at eigarin lá sjúkur í songini, bar illa til. Tí sendi hann boð eftir løgregluni, sum tók sær av hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald