Mentan

Over the Top: Nýtt frá Herborg Torkilsdóttir

Duett við Terja Rasmussen, sum fyri fyrstu ferð syngur á enskum á útgávu

2020-03-25 18:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Herborg Torkilsdóttir, sum seinastu tíðina hevur givið og lagt út nógvar sangir, sum hon hevur skrivað, er júst komin út við nýggjum staklagi.

”Over the Top” er ein duett við Terja Rasmussen. Bæði eru tey búgvandi í Nólsoy.

Herborg hevur, sum sagt, verið sera aktiv í seinastini og hevur givið sjey stakløg út síðan mars í fjør. Fleiri av teimum hava verið í umfar í útvarpinum, m.a. “Lalala”, “Are you sure”, “Maybe Baby” og seinast hennara fyrsta føroyska staklag, “Hvat hugsar tú?”.

Herborg skrivar sjálv tekstir og løg, og hevur eisini skriva hetta lagið.

Terji er tónleikari og sangskrivari, og hevur verið sera virkin innanfyri tann føroyska  tónleikaheimin í nógv ár, bæði sjálvur og  í bólkum, so sum “Terji og Føstufressar”, “Moirae” og  “Frændur”. 

Seinasta lag hansara kom út beint fyri jól og kallast “So sigst” – enn eitt lag, sum er móttikið sera væl av hansara trúfasta lurtaraskara.

[object Object]

“Over the Top” er eitt atypiskt kærleikslag – ein “beauty  and the beast”-søga, um kvinnuna, sum elskar sín mann, hóast ongin skilur hana – útattil er hann arrogantur, men tá tey eru einsamøll, er hann bleytur sum smør. Stílurin er country/storytelling.

Hetta er fyrsta duettin hjá Terja Rasmussen, og fyrstu ferð hann er við á einari enskari útgávu.

Terji Rasmussen og Niclas Johannesen hava framleitt og spælt  instrumentini inn, og Lena Anderssen hevur hjálpt við tí ensku úttaluni.  Kristoffur Mørkøre skal ljóðblanda og mastra.

Videolagið er upptikið av Rógva Rasmussen, og sæst herundir:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder