Innanlands

Óvissa um kósina í Danmark

Serliga er tað formaðurin í Venstre, ið finst at Mette Frederiksen og stjórnuni. Aðrir borgarligir flokkar undrast eisini

Í løtuni tingast flokkarnir um, hvussu danska samfelagið skal lata spakuliga upp. Jakob Ellemann-Jensen er formaður í Venstre

Í løtuni tingast flokkarnir um, hvussu danska samfelagið skal lata spakuliga upp. Jakob Ellemann-Jensen er formaður í Venstre

2020-04-14 18:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Talan er um eina "zigzag-kós", ið elvir til stúran og undran: Hevur stjórnin yvirhøvur eina ætlan fyri at faa Danmark aftur á føtur? Eftir tíðindafundin sakni eg at fáa greiðu á, hvussu stjórnin vil fáa heilsu og fíggjarliga endurreising at ganga hond í hond. Fíggjarmálaráðharrin noyðist at geva veruligar framtíðarímyndir fyri, hvussu hetta hendir.

Hetta skrivaði Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Venstre, á Twitter, stutt eftir tíðindafundin seinnapartin, har Mette Frederiksen kunngjørdi, at Danmark fer at lata meira upp í fasu 1 enn ætlað, vegna óvæntaðu góðu gongdina í koronatølunum. 

Les eisini: Danmark letur skjótari upp enn ætlað

Jakob Ellemann-Jensen tók við eftir Lars Løkke Rasmussen á heysti í fjør. Júst Løkke hevur seinastu dagarnar funnist at, at stjórnin í Danmark letur samfelagið ov spakuliga upp. Ellemann-Jensen hevur ikki sagt so nógv, men páskadag fór Venstre saman við hinum borgarligu flokkunum frá samráðingunum við heilsumálaráðharranum, Magnus Heunicke, um at lata heilsuverkið meira upp aftur, uttan at nøkur avtala varð fingin í lag.

Donsku flokkarnir hava funnist at Mette Frederiksen í seinastuni, tí at teir kenna, at teir als ikki eru tiknir við í avgerðirnar í handfaringini av koronavirusinum.

Nú fundast allir floksleiðararnir um, hvussu Danmark skal lata meira upp, men eftir tíðindafundin var Søren Pape Poulsen, formaður í Konservative Folkeparti, ónøgdur og speiskur.

- Talan er um gomul tíðindi. Longu á tíðindafundinum áðrenn páskir søgdu heilsumyndugleikarnir, at tað bar til at lara meira upp. Eru tíðindini so stjórnin broytir sjónarmið lurtar bara eitt sindur?

Kristian Thulesen Dahl, formaður í Dansk Folkeparti skrivaði eisini á Twitter. Hann skrivaði, at hann nú gleddi seg til fundin millum leiðararnar í flokkunum, og at hann vónaði, at forsætisráðharrin fór at vísa, at hon hevur lurtað, at hon vil taka flokkarnar við í avgerðina um, hvussu tað er best at lata Danmark upp aftur. Um hetta vísti seg at verða so, so er Dansk Folkeparti til reiðar at gera tingini í felag, boðaði hann frá. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder