5,3 kilo vigaði hesin hummarin, ið varð tikin við Bremanger í Sogn og Fjordane, norðan fyri Bergen, í síðstu viku. Tað er rættiliga nógv, tí hummarar av hesum slag vanliga viga um eitt kilo, skrivar nrk.no.
Hummarin er 82 sentimetrar frá kjafti til hala, og 49 sentimetrar frá enninum og oman á halan.
Onki talar fyri, at hummarin endar sum mannaføði, tí fiskasavnið Risør Akvarium hevur víst áhuga fyri at taka sær av hummaranum, som longu hevur fingið navnið Hroar.
Bara kjafturin er 27 sentimetrar langur (Mynd: NRK)
Tað var Harald Gulestøl, sum fangaði hummaran við rúsu vestan fyri Kalvåg á Vesturlandinum.
Ein norskur fiskifrøðingur sigur, at stórir hummarar serliga eru at finna á norska vesturlandinum. Tann størsti, tey vita um, máldi 55 sentimetrar frá enni til hala.
Við tað at hummarin ikki hevur natúrligar fíggindar, og er førur fyri at skifta ham, kann hann næstan liva í ævir. Fiskifrøðingurin kennir ikki aldurin á hesum hummaranum, men vildi mett, at hann er yvir 30 ár.
Størsti hummari, sum nakrantíð er fangaður, vigaði 20,1 kilo. Talan var um ein sokallaðan amerikanskan hummara, ið er tað størsta hummaraslagið, sum varð fangaður í Nova Scotia í Kanada í 1977, skrivar NRK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald