Fínteljingin av valúrslitinum í Runavíkar kommunu hevur nú ført til, at úrslitið ikki er tað sama, sum í gjárkvøldið.
Í gjárkvøldið gjørdist søldfirðingurin Jonhard Danielsen síðstvaldur á lista A, sum vann valið greitt.
Men í dag hevur fínteljing verið, og fínteljingin koppaði úrslitinum, so at tað nú er oyndfirðingurin Jóhan Vest, sum verður nýggjur limir í Runavíkar býráð og ikki Jonhard Danielsen. Hetta visti Dimmalætting at siga seinnapartin.
Í gjárkvøldið stóðu Jonhard Danielsen til at fáa 102 atkvøður, eina atkvøðu fleiri enn Jóhan Vest.
Men í fínteljingini misti Jonhard Danielsen eina atkvøðu, so at bæði hann og Jóhan Vest endaðu við 101 atkvøðum
Tí mátti lutakast til at finna tann síðstvalda á listanum, og hetta lutakastið vann Jóhan Vest.
Harvið mistu oyndfirðingar ikki sína umboðan í Runavíkar býráð. Seinasta valskeið hevur Elin Klein Joensen sitið í býráðnum, men hon stillaði ikki upp hesaferð, og ístaðin kom Jóhan Vest á listan.
Hesi manna komandi býráðið í Runavík:
Listi A 1.742 atkvøður:
Tórbjørn Jacobsen 350
Tóri Højgaard 158
Sigrun Jónsveinsdóttir 128
Arnfinn Langgaard 113
John Andersen 113
Bogi Hansen 110
Terje B. Vestergaard 108
Jóhan Vest 102
Listi B 575 atkvøður:
Jógvan Andersen 174
Pauli Poulsen 130
Listi C 352 atkvøður
Petur Hansen 94
(Tekstur rættaður kl. 18.06)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald