Uttanlands

Pakistan: 150 mótmælisfólk handtikin

Mótmælisfólkini eru skuldsett fyri herverk, eldáseting, og harðskap

2018-11-04 15:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni hevur pakistanska løgreglan handtikið 150 mótmælisfólk fyri eldáseting, harðskap og herverk, skrivar tíðindastovan AP.

Hetta hendi í sambandi við, at stór mótmælistiltøk hava verið eftir at hægstirætturin fríkendi eina kristna kvinnu, Asia Bibi, sum annars var dømd til deyða fyri blasfemi í 2010.

Asia Bibi varð handtikin í 2009, eftir hon var ákærd fyri blasfemi eftir at hava skeldast við tvær aðrar kvinnur, ið noktaðu at drekka vatn úr sama ílati, sum ein kristin hevði drukkið úr. Fáar dagar seinni varð hon ákærd av fleiri fólkum fyri at hava tosað ilt um profetin. Tað var orsakað av hesum, at hon varð dømd til deyða.

Familjan hjá Bibi hevur altíð hildið fast við, at hon var ósek.

Islamisk mótmælisfólk mótmældu harðliga í tríggjar dagar og kravdu, at Asia Bibi varð avrættað.

At tosa ilt um islam verður revsað við deyðanum í Pakistan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder