Innanlands

Pakkar til útlendsk sjófólk

Tað hevur týdning av geva sjófólkum, sum er langt heimanífrá, jólagleði

2018-11-20 10:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eins og undanfarin ár, fara Faroe Agency og russiska konsulátið í Føroyum at lata jólapakkar umborð á útlendsk skip, ið koma í føroyska havn. 

- Komandi tíðina koma fleiri skip í havn, við sjófólki, ið eru langt heimanífrá. Eitt nú russar, grønlendingar og onnur. Tí hevði verið gott, um fólk høvdu hug, at latið sjófólkinum pakkar, sigur Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum.

Fyri sjófólk, ið eru langt heimanífrá, er hetta við at geva teimu jólagleði av stórum týdningi. Árni heitir tí á eitt nú sjómannskvinnuringar og onnur um at hjálpa til, soleiðis at øll sjófólk kunnu fáa ein pakka. 

Pakkar kunnu latast við at seta seg í samband við skrivstovuna hjá Faroe Agency Yviri við Strond í Havn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder