Innanlands

Páll á Reynatúgvu: Sera skakkur tá eg hoyrdi upptøkuna

Tingformaðurin verður ikki sjálvur við til viðgerðina av málinum. Hann heldur ikki, at tingbólkurin skal viðgera í komnu støðuna, tað skal floksleiðslan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-09 10:55 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Eg gjørdist sera skakkur, tá eg sunnudagin hoyrdi upptøkuna frá Flokstinginum, tí hevði eg lítlan hug at úttala meg um málið.

Tað skrivar Páll á Reynatúgvu á Facebook fyri lítlari løtu síðani. Hann sipar til støðuna, tá Annita á Fríðriksmørk kallaði seg fyri ein egoist og psykopat, uttan at hon visti, at samrøðan millum seg og annan persón varð upptikin. Hann sigur at hann menniskjaliga góðtekur umberingina hjá Annitu. 

- Eg eri seinastu dagarnar ofta spurdur, um eg góðtaki umberingina hjá Annitu. Eg havi arbeitt saman við Annitu í nógv ár, og sjálvandi góðtaki eg sum menniskja umberingina, skrivar tinformaðurin millum annað. Men hann heldur eisini at tað hevur nakað at siga, at hann er tingformaður. 

- Men tað kann vera tað sama, hvat eg sum privatpersónur góðtaki ella ikki, tí eg umboði eisini eitt embæti, ið eitt einmælt løgting hevur valt meg til, og eg eri eisini partur av eini barnafamilju sum stendur skelkað og málleys, skrivar Páll á Reynatúgvu.

Floksleiðslan skal viðgera spurningin 
Tað hevur longu ljóðað, at tingbólkurin skal hittast fyri at viðgera støðuna. Menn Páll á Reynatúgvu heldur als ikki spurningurin hoyrir til í tingbólkinum. 

- Hetta er ikki eitt mál millum meg og Annitu, men eitt mál millum tingbólkaformannin og floksleiðsluna í Tjóðveldi. Hvat kann floksleiðslan liva við? spyr hann. Hann hevur sjálvur takka nei til at verða við í viðgerðini av málinum, tí hann ikki metir seg vera gegnigan. Men eisini av aðrari orsøk. 

- Eg havi sjálvur takkað nei til at vera við í viðgerðini av málinum innanfloks, bæði tí eg meti meg vera ógegnigan, og tí eg ikki meti hetta vera eitt mál, ið skal viðgerast í tingbólkinum, men í floksleiðsluni, skrivar hann at enda. 

Hoyr: Her er privata samrøðan sum øll tosa um

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder