- Eg meti meg hvørki vera illoyalan ímóti hugsjónini ella ímóti flokkinum. Eg meti meg vera púrasta trúgvan ímóti tí, sum flokkurin er stovnaður uppá, og tí sum flokkurin skal arbeiða fyri í tí dagliga.
Tað sigur Páll á Reynatúgvu, tingformaður, sum hevur lagt uppskotið um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar fyri Løgtingið. Uppskotið hevur verið til 1. viðgerð í tinginum og ligggur nú í rættarnevndini, áðrenn tað kemur aftur í tingið.
Tjóðveldi hevur ikki lagt uppskotið um fólkatingssessirnar fram saman, og talan hevur heldur ikki verið eins greið frá flokkinum, sum frá tingformanninum, hóast tað bendir á, at allur flokkurin fer at atkvøða fyri uppskotinum. Men Tjóðveldi hevur hinvegin samtykt á eykaflokstingi, at flokkurin fer at stilla upp til fólkatingsvalið seinni í ár, og tað ætlar tingformaðurin ikki.
Páll á Reynatúgvu heldur, at uppskotið ikki endiliga er samantvinna við loysingina, men at tað hinvegin er ein spurningur um, at føroyingar onki hava at gera á Fólkatingi.
Les eisini: Uppskotið um at avtaka fólkatingssessirnar er løgfrøðiliga góðkent
- Um man tvinnar loysingina saman við at avtaka fólkatingssessirnar, so eri eg ósamdur. Fyri mítt viðkomandi snýr tað seg líka nógv um at avmontera føroyska ávirkan í tí danska samfelagnum sum at gera okkum leysari av donskum sambandi í Føroyar, sigur hann. Hann sigur at føroyingar hava sítt egna parlament og skulu brúka sína orku har.
- Tað snýr seg fyrst og fremst um ikki at blanda okkum í donsk viðurskiftir, tí vit hava okkara egna parlament. Og tað parlamentið skulu vit brúka til at í síðsta enda skipa tann føroyska statin við, sigur tingformaðurin. Hann leggur afturat, at loyaliteturin hjá honum fyrst og fremst liggur hjá Føroyum sum land.
- Um tað blívur til ein spurning um loyalitet til flokkin ella landið er tað ongin ivi um, hvat mín loyalitetur liggur, sigur hann at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald