Innanlands

Páll á Reynatúgvu: Uppskotið um fólkatingssessirnar er løgfrøðiliga góðkent

Páll á Reynatúgvu heldur tað verða ein trupulleika, um løgmaður ikki fylgir tingsins vilja, skuldi Løgtingið samtykt at avtaka fólkatingssessirnar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-01 19:44 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Partvís er tað mín sannføring, at tað er ikki rætt at vit blanda okkum uppí donsk viðurskiftir sum lógevarar í einum landi, sum ikki er okkara. Men eg havi eisini lagt uppskotið fram, tí at fólkatingssessirnir órógva politisku skipanina. 

Tað sigur Páll á Reynatúgvu, tingformaður, sum hevur lagt uppskot fram um at avtaka føroysku fólkatingssessirnar. Hann heldur at fólkatingssessirnir órógva føroysku politisku skipanina við, at politikkarar skifta ímillum sessirnar, men eisini við at fólkatingsmenn kunnu arbeiða ímóti einari føroyskari stjórn. 

Les eisini: Ógreitt um undirtøka er fyri avtøku av fólkatingssessunum 

Eitt annað argument, sum Páll á Reynatúgvu hevur havt ímóti fólkatingssessunum er, at tað verður ein ójavnvág ímillum fólkatingspolitikkarar og løgtingsfólk. 

- Vit hava tey síðstu 100 árini havt eina stóra uppgávu at royna at lyfta lóggávuarbeiðið í Føroyum. At fáa ment okkara Løgting at verða lóggávuvald á øllum økjum, sigur hann og vísir á, at tað er stórur munur á hvørjum umstøðum fólkatings- og løgtingsfólk arbeiða í. 

- Arbeitt hevur verið við at menna førleikan hjá tingfólkum at seta seg inn í mál. Men har verður ein himmalvíður munur. Okkara tingfólk fáa 30.000 krónur at førleikamenna seg fyri, meðan danir veita sínum fólkatingslimum 1,5 millión til skrivstovuhjálp og annað, sigur løgtingsformaðurin. 

Uppskotið er løgfrøðiliga góðkent 
- Uppskotið hevur vunnið frama ígjøgnum tað løgfrøðiliga nálareyga á løgtingsumsitingini. Uppskotið er borðbart og har er ongin løgfrøðilig tilráðing um at burturvísa tí, sigur Páll á Reynatúgvu. 

Løgmaður hevur sagt, at hann ikki fer at gera nakað við málið, um Løgtingið samtykkir tað, tí tað løgfrøðiliga ikki ber til at avtaka fólkatingssessirnar á tann hátt, sum uppskotið leggur upp til. Hann hevur sagt, at grundlógarbroyting skal til, um fólkatingssessirnir skulu avtakast, og hetta kann einans gerast við fólkaatkvøðu í øllum ríkinum. 

Les eisini: Avtøka av fólkatingssessunum ómøgulig á hendan hátt 

Páll á Reynatúgvu greiðir frá, at uppskotið er komið ígjøgnum løgtingsumsitingina, og at tað tí er blivið góðkent løgfrøðiliga. Men hinvegin sigur hann, at málið fyrst og fremst snýr seg um politikk. 

 Hann kann sjálvandi eisini skriva út nýval, um hann ikki vil vera stjórnarleiðari fyri einum tingið, sum ynskir eina ávísa samtykt

- Hatta er ein partur av tí afturvendandi amboðskassanum, sum danir og føroysku sambandskreftirnar hava brúkt ímóti øllum teimum sum hava arbeitt fyri størri sjálvbjargni, sigur løgtingsformaðurin, sum vísir á at danksa løgmálaráðið verður brúkt sum grundgeving, fyri at steðga ynskjum frá sjálvstýrisvonginum í Føroyum. 

- Eftir mínum tykki er hetta ikki ein spurningur um jura, men um politikk. Um Løgtingið samtykkir at avtaka fólkatingssessirnar er tað eitt sterkt signalvirði at senda um politiska viljan í Føroyum, sigur Páll á Reynatúgvu. 

[object Object]Tað er ein trupulleiki, um Løgmaður ikki fylgir tingsamtykt, heldur Páll á Reynatúgvu (Savnsmynd: Jens Kr. Vang) 

Løgmaður eigur at fylgja tingsins vilja 
At løgmaður sigur, at hann ikki fer at gera nakað við málið, um tað verður samtykt, rør eisini undir ein annan spurning í málinum. Kann løgmaður lata vera við at fylgja løtingssamtyktum? 

- Eg haldi, at so hevur løgmaður ein trupulleika. Løgmaður og landsstýrisfólk hava eina uppgávu at fylgja tingsins vilja, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann vísir á, at tað er ein trupulleiki, um landsstýrisfólk ella løgmaður beinleiðis siga, at tey ikki fara at fylgja tingviljanum. 

- Hvørki løgmaður ella landsstýrismaður eiga at útrykkja, at tey ikki virða tingsins vilja. Tí løgtingið umboðar viljan hjá føroyska fólkinum og føroyska fólkaræðið, sigur Páll á Reynatúgvu og leggur afturat, at løgmaður tí má fylgja løgtingssamtyktum. Annars hevur hann bara ein annan møguleika. 

- Um Løgtingið ger eina samtykt, so skal løgmaður fylgja henni. Hann kann sjálvandi eisini skriva út nýval, um hann ikki vil vera stjórnarleiðari fyri einum tingið, sum ynskir eina ávísa samtykt, sigur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder