Í ár hevur Gist og Vist, sum selur mat og drykkjuvørður á festivalum og stevnum kring landið, brúkt endurnýtslugløs ístaðin fyri vanlig plastikkgløs. Gløsini kosta 10 krónur í panti, ið verður latið aftur til kundan, um hann handar glasið aftur.
- Tað eyðnaðist sera væl, sigur Johannes Jensen, stjóri á Gist og Vist til spurningin um, hvussu skipanin hevur rigga á ólavssøku. Umboð fyri fyritøkuna hava áður sagt, at skipanin hevur eyðnast væl á festivalum í summar, men tá hevur Gist og Vist tær allar flestu sølubúðirnar, og tí kann tað hugsast, at tað er lættari at umsita søluna. Men Johannes Jensen sigur, at pantskipanin hevur eyðnast eins væl á ólavssøku.
- Tað hava verið nógv fólk, sum samla uppá gløsini, og nógv eru eisini komin oman í okkara matstovur við gløsum í dag, greiðir hann frá.
Johannes Jensen sigur eisini, at fyritøkan sum so ikki vinnur nakað fyri søluna, tí gløsini kosta nógv meira enn vanlig plastikkgløs. Gløsini kosta 5 krónur stykkið at fáa til Føroyar. Afturat tí er neyðugt við fleiri arbeiðsfólki, tí gløsini skulu vaskast, fraktast og handlast.
- Grundin er at hini gløsini dálka nógv meira. Hóast plastikki, sum verður nýtt til hettar glasið í sær sjálvum dálkar meira, kunnu gløsini brúkast fleiri ferðir. Vit verða øll meira náttúruvinarlig, og tað vilja vit í Gist og Vist eisini verða, sigur Johannes Jensen og leggur afturat, at fyritøkan heilt víst heldur fram við skipanini næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald