Í summar lýsti Umhvørvisstovan við filmskapping um at endurnýta papp og pappír. Áhugin var stórur, og inn komu ikki færri enn 29 filmar.
Í gjár vóru vinnararnir av filmskappingini heiðraðir á samkomu á Reinsarínum, har landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Sirið Stenberg, handaði vinnarunum hvør sína peningagávu.
Vinnari gjørdist Jóhanna Katrina Jacobsen, ið hevði framleitt kreativa filmin við heitinum Papp-dukkuhúsið, skrivar Tórshavnar kommuna á Facebook.
Nummar tvey gjørdist Aron Mikkelsen, ið hevði framleitt ein einfaldan film við tekningum og einføldum ráðum til endurnýtslu.
Nummar trý gjørdist ein bólkur frá Glasir, ið hevði framleitt filmin Pappírsflog.
Filmskappingin varð fíggjað av smásamfelagsbólkinum undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, IRF og Tórshavnar kommunu. Tað var Maria Gunnleivsdóttir Hansen saman við Heidi Mortensen frá Umhvørvisstovuni, sum tók stig til kappingina.
Sí vinnandi filmarnar á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald