2018-10-08 09:44
Fyrr æt sersambandið ÍSB. Navnabroytingin og nýggi filmurin umboðar eina nútímansgerð av sersambandinum.
Parasport Føroyar er framvegis sosialt og viðurkennandi, og hetta sæst eisini aftur í slagorðinum – øll kunnu íðka. Endamálið við filminum er at vísa á Parasport úr einum nýggjum sjónarhorni: Tað ítróttarliga, tað kappingarliga.
Ítróttur fyrst og fremst
- Vit ynskja at fáa nýggjar limir. Við filminum varpa vit ljós á tann ítróttarliga partin. Tað snýr seg um ítrótt, og vit vilja, at øll kunnu kenna seg heima í ítróttinum. Filmurin skal samstundis varpa ljós á, at hóast sera ymiskar avbjóðingar, so ber væl til hjá øllum at íðka onkran ítrótt, sigur Tróndur Ravnsfjall, ítróttarráðgevi í Parasport.
Tríggir íðkarar – tríggjar ymiskar støður – tríggjar ítróttargreinar
Filmurin vísir íðkarar úr trimum ymiskum ítróttargreinum. Ein teirra er badmintonleikarin Eydna Mouritsen, ið situr í rullistóli. Og Eyð Patursson ið hevur Downs-syndrom, men tað forðar henni ikki at gera tað, henni dámar allarbest – at svimja.
Og so eisini Hávard Vatnhamar, ið misti hálvan armin á yngri árum. Nú venur hann triatlon.
- Málið er at koma til paralympisku leikirnar og vinna eina medalju fyri Føroyar, sigur Hávard og leggur afturat, at tað er ikki ein spurningur um, hvat tú kanst – men hvat tú vilt!
Filmurin er at síggja á parasport.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald