Innanlands

Parkeringstunnilin hjá Anniku er enn ein ballón

Tróndur Sigurðsson heldur, at borgarstjórin arbeiðir óseriøst, tá hon uttan viðger skjýtur upp at gera parkeringstunnil

(Savnsmynd: Tróndur Sigurðsson)

(Savnsmynd: Tróndur Sigurðsson)

2019-04-08 11:18 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Eg haldi talan vera um eina ballón afturat frá borgarstjóranum.

Tað sigur Tróndur Sigurðsson , býráðspolitikkari fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar kommunu. Hann sipar til uppskotið hjá Anniku Olsen um at gera parkeringstunnil í Havn.

Les eisini: Undir jørð við parkeringstrupulleikanum

Tróndur Sigurðsson sigur, at hann sum so onki hevur ímóti tankanum við einum parkeringstunnli, men at mátin, sum borgarstjórin kemur við uppskotinum uppá, er óseriøsur.

[object Object]Soleiðis sær ætlanin hjá Anniku Olsen út

- Tað hevði verið stuttligt at sæð hvat øll uppskotini hjá Anniku Olsen høvdu kostað. Hon vil gera flogvøll á Glyvursnesi, tunnil til innkomuvegin, Svimjihøll og Stórhøll, men veruleikin er, at tað ber ikki til í íløgukarmunum hjá kommununi, sigur Tróndur Sigurðsson. Hann heldur kanska, at borgarstjórin er farin í valstríð til løgtingið, tá hon kemur við tílíkum uppskotum.

- Kostnaðurin á hennara verkætlanum er langt uppum eina milljard. Tað hevði verið betri, um hon kom við onkrum, sum hon ætlar at gera, sigur Tróndur Sigurðsson. Hann vísir eisini á, at kommunan eisini skal gera barnagarðar, skúlar og umlættingarheim, men at tað ber ikki til at gera alt í senn.

Tað er hent áður, at borgarstjórar eru komnir við stórfingnum hugskotum, sum kanska ofta tykjast at vera órealistisk ella óviðgjørd, áðrenn tey verða kunngjørd í miðlunum. Tá Javnaðarflokkurin var í meiriluta, vórðu nógv av somu verkætlanunum lovaðar. Longu í 2011 lovaði Heðin Mortensen eitt nú, at svimjihylur skuldi gerast.

Tróndur Sigurðsson afturvísur ikki, at borgarstjórar áður eru komnir við hugskotum, sum ongin ætlan í veruleikanum er aftanfyri. Men hann heldur bara, at tað hevði verið rætt, um verkætlanir sum parkeringstunnil vórðu lagdar fyri býráðnum fyrst. 

- Hetta hoyrir heima í teknisku nevnd. Tað hevði hóskað seg, at hon kom í býráðið við hugskotinum fyrst, sigur Tróndur Sigurðsson  og leggur afturat, at Fólkaflokkurin hevur koyrt nógv uppá, at Heðin Mortensen brúkar nógvar pengar í samferðslumálaráðnum við verkætlanum, sum hann ikki hevur fígging til. 

- Men Annika stendur so onki aftanfyri, sigur Tróndur Sigurðsson.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder