Innanlands

Parkeringsvørðar verða hóttir

Óhøviskir persónar hótta parkeringsvørðarnar í høvuðsstaðnum, og trygdin er í vanda

Savnsmynd (Mynd: Dimmalætting)

Savnsmynd (Mynd: Dimmalætting)

2018-12-12 18:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

At vera parkeringsvørður í høvuðsstaðnum er ikki bara sum at siga tað. Tórshavnar kommuna skal í annaðkvøld taka støðu til at seta ein parkeringsvørð afturat í starv.

Talið av tíðaravmarkaðum parkeringsbásum er økt við 27 prosentum seinastu 4 árini, og í vár verður parkeringsøkið í miðbýnum økt við umleið 190 tíðaravmarkaðum básum afturat.

Hetta førir til eina kenslu millum parkeringsansararnar, at teir ikki røkja uppgávurnar nøktandi, og tað førir so til strongd, verður sagt í lýsingini av málinum.

- Haraftrat hava ansararnir aðrar dagligar uppgávur, so sum at vegleiða borgarum, hvar møgulig tøk parkeringspláss eru, um klagumøguleikar av parkeringsgjøldum, geva boð til løgreglustovuna um húsvognar, viðheftisvognar, bilar uttan nummarspjøldur og um manglar av skeltum og slitnum básum.

- Men tann álvarsamasta avleiðingin av hesum krevjandi starvi er, at trygdin hjá ansarunum er í vanda, tí ansararnir verða hóttir av óhøviskum persónum. Ansararnir hava tí tørv á í fleiri førum at vera tveir í fylgi, og hetta krevur eisini hægri normering, verður sagt.

Í dag eru tríggir sonevndir parkeringsansarar. Tveir fulla tíð, og ein ¾ tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder