2019-04-10 08:47
Beint eftir klokkan 01 í nátt varð nýggjur eitt ára sáttmáli skrivaður millum Manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag.
Semingsstovnurin legði fram nýtt semingsuppskot beint eftir midnátt, og hesa ferð eydnaðist partunum at semjast um at skrivað undir.
Í høvuðsheitum byggir semjan á frádrátt av kvotukeypi kg/fisk.
- Har reiðarar fyrr kundu draga alt keyp frá óbýttum, hava partarnir gjørt eina semju um í hvønn mun manningin skal luttaka í kvotakeypinum. Umframt eru gjørdar aðrar tillagingar í sáttmálanum, veit VP.fo. at siga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald