Tað eydnaðist ikki Paula Trónd Petersen, tingmann fyri Tjóðveldi, at fáa málið um at loyva Sev serligar prísir til hitapumpur og elbilar, aftur í tingið uttan nevndarálit.
Málið hevur ligið í rættarnevndini síðan 23. oktober, og við tað at meira enn ein mánaður er liðin, kunnu tingfólk heita á formansskapin um at skipa fyri atkvøðugreiðslu at fáa málið aftur í tingið.
Men hetta eydnaðist ikki – millum annað tí, at formaðurin í rættarnevndini ”staðiliga” mælti tingfólki til at atkvøða ímóti.
Hóast orðaskifti vanliga ikki eru um slíkar atkvøðugreiðslur, tók Kristin Michelsen orðið av plássi sínum og vísti – rættiliga ónøgdur – á sína undran yvir, at ein tingmaður í samgonguni leggur slíkt uppskot til atkvøðugreiðslu, tá tað í øllum nevndum liggja mál og bíða, sum eru gingin yvir tíðina. Men í teimum nevndunum, har Tjóðveldi hevur leiðsluna, verður onki gjørt, vísti Kristin Michelsen á.
Tingformaðurin svaraði aftur, at hann kundi ikki annað enn leggja málið til atkvøðugreiðslu, tá ein og hvør tingmaður hevur rætt til at biðja um hetta.
Málið fall. 9 tingfólk atkvøddu fyri og 16 ímóti, og málið verður sostatt liggjandi í rættarnevndini til álit er skrivað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald