Uttanlands

Pávin fer at vísa seg alment sunnudagin

Hetta verður fyrstu ferð, síðan hann varð innlagdur 14. februar

88 ára gamli Frans pávi hevur verið innlagdur í fimm vikur (Mynd: EPA)

88 ára gamli Frans pávi hevur verið innlagdur í fimm vikur (Mynd: EPA)

2025-03-22 14:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan 14. februar hevur Frans pávi verið innlagdur á sjúkrahúsi í Rom, og í morgin ætlar hann at vísa seg alment fyri fyrstu ferð í fimm vikur, upplýsir Vatikanið sambært tíðindastovuni Reuters.

88 ára gamli pávin hevur seinastu tíðina strídst við lungnabruna í báðum lungum, og støða hansara hevur verið hættislig. Seinastu vikurnar er støða hansara tó batnað.

Sambært Vatikaninum fer pávin at koma við signing úr vindeyga sínum á sjúkrahúsinum um middagsleitið italska tíð, sum er um 11-tíðina okkara tíð.

Pávin hevur bara verið sæddur alment eina ferð, síðan hann varð innlagdur. Tað var á einari mynd, sum Vatikanið almannakunngjørdi í farnu viku, har hann situr og biðjur eina bøn í kapellinum á sjúkrahúsinum:

[object Object]
(Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder