
Hóast støðan hjá Frans páva er batnað seinastu dagarnar, skal hann framvegis vera innlagdur, upplýsir Vatikanið sambært Ritzau.
Pávin varð innlagdur fyri bronkitis 14. februar, sum menti seg til lungnabruna í báðum lungum. Meðan hann hevur verið innlagdur, hevur pávin fleiri ferðir strídst við trupulleikum í andaleiðini.
Vatikanið váttar, at pávin hevur gjørt framstig seinastu vikuna, og støða hansara er stabil, men hann fær enn viðgerð. Hvussu leingi hann væntast at vera innlagdur er ikki upplýst.
Seinastu árini hevur 88 ára gamli pávin verið innlagdur fleiri ferðir, men ongantíð so leingi sum nú.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald