Frans pávi hevur í dag – páskadag – mælt til, at koronakoppsetingarnar verða býttar til øll heimsins lond.
Hetta hendi í sambandi við siðbundu páskaprædikuna "Urbi et Orbi" ("til býin og heimin"). Her er vanligt, at pávin viðger alheims avbjóðingar og mælir til heimsfrið.
Talan varð varð hildin beint eftir páskamessuna í Pæturskirkjuni.
Í dag var, sum vera mann, koronafarsóttin partur av dagsskránni.
- Eg heiti á altjóða samfelagið um at hjálpa við til at fáa koppsetingarheilivágin breiddan út til allan heimin uttan seinkingar – serliga til tey fátækastu londini, segði hann.
Higartil hevur útbreiðslan av vaksinuni verið skeivt býtt.
Hóast alheims heilsustovnurin WHO hevur sett gongd á Covax-samstarvið, ið skal tryggja vaksinur til fátæku londini, so eru tey ríku londini nógv frammanfyri við teirra koppsetingarætlanum.
WHO hevur funnist at hesum og hevur kallað misbýtið fyri “groteskt”.
Frans pávi segði í síni røðu í dag, at tað líkist ongum, at tað framhaldandi eru vápnaðar ósemjur meðan farsóttin herjar.
- Farsóttin spjaðir seg, og sosiala og búskaparliga kreppan er framvegis stór – serliga fyri tey fátæku. Kortini – og tað líkist ongum – eru vápnaðu ósemjurnar ikki støðgaðar, og vápnadubbingin heldur fram, segði pávin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald