2018-06-25 17:20
Eitt ferðsluóhapp hendi seint seinnapartin á Vegnum Langa í Hoyvík, har ein persónbilur og ein býarbussur stoyttu saman.
Sum skilst kom persónbilurin av onkrari orsøk ov langt yvir í mótkoyrandi vegbreyt. Førarin av bussinum gjørdi ikki mætari enn at koyra út av vegnum, og út í bøin fyri at sleppa undan ógvusligum samanstoyti.
Tíbetur stóðst ikki stórvegis skaði av hendingini. Førarin sum var einsamallur í bilinum varð fluttur á Landssjúkrahúsið, men fekk ikki stóran skaða.
Eingin av teimum tíggju í bussinum fekk skaða, veit Kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald