placeholder
Uttanlands

Peter Madsen gevur upp

Hann fer ikki at royna at royna sína sak í hægsta rætti

2018-10-08 16:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

Peter Madsen hevur avgjørt, at hann ikki fer at royna at fáa sín lívsdóm royndan í Hægstarætti.

- Hann hevur avgjørt, at hann ikki fer at royna at fáa sakina viðgjørda í Hægstarætti. Hann ynskir ein enda á hesum, sigur sakførarin hjá Peter Madsen við Danmarks Radio.

47 ára gamli Peter Madsen fekk í farnu viku sína lívslanga fongsluslrevsing staðfesta í landsrættinum. Hann er dødmur fyri at hava dripið svensku tíðindakvinnuna Kim Wall.

Nú Peter Madsen hevur valt at hann ikki ynskir at royna sakina í Hægstarætti, er sakin nú komin at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder