Innanlands

Peter Marner Jacobsen skal rinda 7,15 mió. kr. í endurgjaldi

Fyrrverandi nevndarformaðurin í Eik Banka í Danmark og stjóri í føroyska Eik Banka er ein av fýra, sum skulu gjalda 28,6 mió. kr. í endurgjaldi

Peter Marner Jacobsen (Mynd: Linda Kastrup)

Peter Marner Jacobsen (Mynd: Linda Kastrup)

2018-10-26 13:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Peter Marner Jacobsen, Fyrrverandi nevndarformaðurin í Eik Banka í Danmark og stjóri í føroyska Eik Banka, skal rinda 7,15 mió. kr. í málinum, har Fíggjarligt Støðufesti hevur reist endurgjaldskrav mót Eik Banka í Danmark.

Dómurin varð sagdur eftir áleið 58 rættarfundir.

Fíggjarligt Støðufesti helt, at bankin ikki var leiddur forsvarliga, og at leiðslan hevði beinleiðis svikið í seks førum. Tí kravdi Fíggjarligt Støðufesti endurgjald á 250 mió. kr.

Eystari Landsrættur metti tó, at ein bert ein partur av tí eina førinum var so álvarsamt, at endugjald skuldi rindast. Hetta var eitt føri, har Schaumann samtakið varð innblandað. Dómarin legði dent á, at sjálvt í sjálvum Eik Banka varð hildið, at ein játtan á 28 mió. kr. var illgrunasamt, skrivar Finans.dk.

Fíggjarligt støðufesti varð dømt at gjalda 40 mió. kr. í sakarmálskostnaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder