Handilssamtakið Borg er við at vaksa seg til ein av heilt stóru aktørunum á marknaðinum fyri byggitilfar í Føroyum.
Seinastu árini hevur fyritøkan ment seg heilt nógv, og seinasti roknskapur – tann fyri 2018 – vísir eitt avlop á 10,1 milliónir krónur fyri skatt og 8,3 milliónir eftir skatt. Avlopið í felagnum hevur verið støðugt vaksandi hesi seinastu árini
Bruttovinningurin í fjør var 32,6 milliónir krónur og hetta var hálva fjórðu millión krónur meira enn árið fyri.
Pf. Borg varð stovnað í 2007 sum ein samanrenning av Højgaard Handilsvirki og Klement Petersen í Runavíkar kommunu og Klaksvíkar Timburhandli. Beint fyri árslok í fjør kom enn eitt siðbundið felag upp í samtakið, tá Borg keypti pf. Havnar Timburhandil.
Les: Timburhandilin trongdi helst til nýggjar eigarar
Leiðslan fyri Pf. Borg sær góðar møguleikar fyri menning í framtíðini. ”Leiðsan metir, at felagið framhaldandi kemur at hava positiva gongd.. Felagið kemur at yvirtaka virksemið hjá Havnar Timburhandli í Tórshavn, ið kemur at økja virksemið í felagnum. Felagið hevur vónir um, at hetta kemur at geva eitt positivt íkast til rakstur felagsins”, stendur at lesa í ársfrágreiðingini.
Í roknskapinum fyri Pf. Borg framgongur, at støðisognin er meira enn tvífaldað úr knøppum 30 milliónum til góðar 68 milliónir, hetta orsaka av at virðið á Havnar Timburhandli er sett til góðar 39 milliónir krónur. Og harvið er skuldin hjá felagnum eisini vaksin úr 48 til 91 milliónir krónur.
Eginpeningurin í Pf. Borg er nú oman fyri 31 milliónir krónur, men tá eru 2,3 milliónir krónur útlutaðar sum vinningsbýti til eigararnar.
Pf. Borg er dótturfelag hjá Spf. Viljanum í Runavík, sum er eitt holdingfelag hjá Rodmundi Nielsen.
Rodmundur Nielsen er stjóri í Borg, og eisini í nevndini fyri felagið saman við Óla Marnar Christiansen úr Klaksvík og dananum Lars Peter Nielsen, sum er nevndarformaður. Hesir tríggir manna eisini nevndina í Spf. Viljanum.
(Rættað kl. 18.34)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald