Amerikanska heilivágsstýrið, FDA skal í næstum taka støðu til fyrsta koronukoppingarevnið til børn undir fimm ára aldur.
Tað eru Pfizer og BioNTech, sum hava søkt um at fáa góðkent teirra koppingarevni til hendan aldursbólkin, og ein avgerð kemur møguliga longu í hesum mánaðinum.
Sambært Reuters byrjaðu tey at senda inn dátur frá royndum við tvey til fýra ára gomlum eftir umbøn frá FDA fyri at "viðgerða ein átrokandi fólkaheilsuligan tørv hjá hesum aldursbólkinum".
Ein serfrøðinganevnd fer at koma saman 15. februar at umrøða góðkenningina.
Søkt verður um góðkenning til tvær koppsetingar, og síðani er ætlanin, at børnini kunnu fáa eitt triðja prik eisini.
– Verða fyrsta og næsta koppsetingin góðkend, kunnu foreldur byrja at kopseta børnini, meðan bíðað verður eftir einari møguligari góðkenning av einum triðja priki, sigur stjórin hjá Pfizer.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald