Innanlands

Phoenix sigldi á grynnuna út fyri Hósvík

Ísfiskatrolarin Phoenix, sum Thor í Hósvík eigur, sigldi á grynnuna út fyri Hósvík í gjárkvøldið

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2018-07-24 09:16 Author image
Oda Strøm
placeholder

Ísfiskatrolarin Phoenix, sum Thor í Hósvík eigur, sigldi á grynnuna út fyri Hósvík um hálvgum tíggju tíðina í gjárkvøldið, veit Kringvarpið.

Skipið fekk ongan skaða, sigur Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor í Hósvík.

- Vit undirmettu flóðina og sigldu á grynnuna, men við lítlari ferð. Vit snaraðu runt inn yvir grynnuna, so vórðu vit leysir aftur. Skipið fekk ongan skaða, sigur Hans Andrias Kelduberg við Kringvarpið. 

15-20 minuttir gingu, áðrenn Phoenix slapp av aftur grynnuni av sær sjálvum.

Hans Andrias Kelduberg sigur, at Phoenix var á veg út við einum áhugaðum keypara, tá teir bóru við grynnuna í Hósvík. Í Kili og Suðurafrika er áhugi fyri at keypa Phønix, og tað var ein av hesum keyparunum, sum var við í gjárkvøldið, tá Phønix bar við grynnuna, sigur stjórin.

Grynnan í Hósvík er harður eyrur, og hon átti langt síðani at verið sprongd burtur, heldur Hans Andrias. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder