Innanlands

Pisa: Framgongd í støddfrøði

Men føroyskir næmingar liggja framvegis í niðjara endanum

Erla Olsen handar Jenisi av Rana Pisa-frágreiðingina (Mynd: Sverri Egholm)

Erla Olsen handar Jenisi av Rana Pisa-frágreiðingina (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-03 12:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyskir næmingar klára seg best í støddfrøði, og knapt so væl í náttúruvísindum og lesing.

Tað er úrslitið av Pisa-kanningini, sum varð gjørd av næmingum í 9. flokki í 2018. 734 næmingar í føroysku skúlunum kundu havt svarað kanningini, men einans 564 svaraðu. Í dag var úrslitið av kanningini almannakunngjørt.

Fyri fyrstu ferð lógu Føroyar yvir OECD-miðal í eini kanning hjá Pisa. Tað var í støddfrøði, har føroysku næmingarnir skoraðu 490 stig, og tað er beint yvir OECD-miðal, sum er 489. Støddfrøðitølini hava verið í menning í flest øllum Pisa-kanningum. Kanningin í 2009 hevði eina evarska lítla afturgongd í mun til fyrstu kanningina í 2006, men síðani er tað gingið framá.

Framgongdin skyldast í høvuðsheitum, at tað er eydnast at lyfta næmingar burtur úr lægstu førleikastigunum, og upp í miðstigini.

- Men stóri trupulleikin hjá okkum er, at vit hava næstan ongar næmingar, sum liggja í toppinum, altso, sum megna at loysa tær truplastu uppgávurnar. Og hetta er ikki bara galdandi fyri støddfrøði, men eisini í náttúrufrøði og lesing. Og vit skulu hava fleiri næmingar herupp, um miðaltalið skal hækkast munandi.

Tað segði Rúna Hilduberg, sum legði fram úrslitini fyri støddfrøðikanningina á Hotel Føroyum í dag.

Ein máti at hjálpa um hetta, er at gera royndirnar í føroyska fólkaskúlanum eitt sindur truplari, so at teir góðu næmingarnir venja seg við at loysa uppgávur á høgum torleikastigi, varð sagt í einum av tilmælunum, sum vórðu latin Jenis av Rana, landsstýrismanni við undirvísingarmálum.

Ført var fram, at truplastu uppgávurnar, sum føroysku næmingarnir verða settir fyri í løtuni, svara til torleikastøði umleið 4, sum er tað hægsta av miðal-torleikastigunum, ið ganga upp í 6.

Munandi afturgongd í lesing
Lesing var høvuðsevni í nýggjastu Pisa-kanningini. Og her vísti úrslitið – tíverri – eina munandi afturgongd fyri føroysku næmingarnar.

Seinast var framgongdin í lesing stór – til frøi fyri nógv – men nú gekk aftur, men tó ikki niður á støðið í næstseinastu kanningini frá 2012, kortini.

Ein orsøk til hetta er, at nýggir hættir at royna lesiførleikan vórðu tiknir í brúk hesaferð. Eitt nú vísir tað seg, at føroyskir næmingar eru veikir, tá tað kemur til at finna upplýsingar, men klára seg eitt sindur betri, tá talan er um at meta um og reflektera.

Føroyar fáa einans 455 stig í lesi-kanningini. Hetta er á triðniðasta plássi, millum Grikkaland og Kili.

- Og tað er ikki skúlaskipanir, sum vit ynskja okkum at vera sammett við, staðfesti Vár í Ólavstovu turrisliga, tá hon legði fram hesi Pisa-úrslitini.

OECD-miðal liggur á 487, og Norðurlond liggja væl oman fyri tað, tó ikki Ísland, sum fekk 474.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Støðugt fram í náttúruvísindum
Í náttúruvísindum fingu føroysku næmingarnir 465 stig, sum eru 18 fleiri enn seinast, og eins og í støddfrøði vísir tað seg, at næmingarnir í teimum lægru førleikastigunum fækkast, men at tað framvegis eru fáir og næstan ongir næmingar, ið megna tær mest avbjóðandi uppgávurnar.

Enn er nakað upp til miðal fyri OECD-londini, sum 489. Miðaltalið fyri OECD lækkaði nakað hesaferð, og tað gjørdi tað eisini hjá fleiri av hinum norðurlondunu

Í náttúruvísindum er føroyska talið hækkað støðugt øll árini við Pisa-kanningum, men liggurframvegis langt undir teimum londum, sum vit vilja sammeta okkum við.

Hóast Føroyar framvegis liggja í tyngsta endanum yvir lond, sum eru við í Pisa-kanningunum, so kunnu vit, um ikki annað, fegnast um, at vit eru einasta land, sum í samlaða úrslitinum eru gingin fram á hvørjum ári síðan Pisa-kanningarnar byrjaðu, upplýsti Erla Olsen.

Pisa-frágreiðingin kann lesast her

Fleiri myndir her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder