2020-03-30 11:10
Sunnudagin 22. mars váttaði spanski operasangarin Plácido Domingo, at hann hevði fingið staðfest koronasmittuna.
Domingo er 79 ára gamal og er nú vorðin innlagdur á sjúkrahús í Acapulco í Meksiko orsakað av smittuni, skrivar danska blaðið Se & Hør.
Sambært talsfólki hjá operasangaranum, hevur hann tað eftir umstøðunum gott, og gevur viðgerðin góð úrslit.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald