Í besta sólskinsveðri var skjøtul settur á nýggja viðarlund á Sevmýri á Tvøroyri í dag.
Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Mikkelsen, setti fyrsta træið niður stutt eftir døgurða. Tilsamans setti manningin hjá Skógrøkt Landsins, saman við viðarlundarvørðinum hjá Tvøroyrar Kommunu, stívliga 1000 trø niður.
Borgarstjórin fegnaðist í stuttari røðu um, at Skógrøktin tók hetta stigið og at býurin fær enn eitt hugnaligt stað til borgararnar.
Træsløgini, ið vórðu sett niður í dag, eru royniviður, øsp og lerkur. Í næstum verða eini 1.500 trø gróðursett afturat.
Viðarlundin, sum er 11.300 fermetrar til støddar, er omanfyri vegin úti á Sevmýru og er framhald av viðarlundini, sum Thorvald Joensen, lærari, gróðursetti fyri mongum árum síðani. Eftir deyða hansara varð garðurin latin Skógfriðingarnevndini.
Nýsettu trøini hava eru tí í góðari lívd av tí gamla garðinum. Tað næsta, sum er í umbúna, er at gera gøtur og opin pláss til beinkir og borð, soleiðis at fólk kunnu fáa gleði at njóta hesa náttúruperlu í horvir í ein sunnan.
Við hesum hevur Tvøroyrar Kommuna fingið enn eina viðarlund. Frammanundan er ein lund omanfyri sjúkrahúsið og so Plantasjan í Trongisvági, har tað fyrsta varð plantað í 1920’unum. Tvøroyrar Kommuna hevur næststørstu skógfriðaða lendi í landinum, bara Tórshavnar Kommuna hevur meira.
Kristin Mikkelsen, borgarstjóri fegnast um góða samstarvi við Skógrøktina og segði seg vóna, at tað kann halda fram.
Tíðindaskriv frá Skógfriðingarnevnd Landsins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald