Býráðið í Tórshavnar kommunu samtykti í gjárkvøldið at fara undir at byggja smábátahavn í Álakeri og at bøta um bátahylin í Kaldbaksbotni.
Játtaðar vórðu 3,2 milliónir krónur til at fyrireika eina nýggja smábátahavn í Álakeri til 250 bátar og til at leggja eitt nýt grótkast í Kaldbaksbotni, so bátaeigarar har fáa betri umstøður at leggja sínar bátar í lívd av illveðri.
- Tað eru seks á síðani, eg fyrstu ferð skjeyt upp at byggja eina smábátahavn og gera bátadrátt í Álakeri. Bátadrátturin er komin, og nú eiga vit at taka næsta stigið og byggja eina veruliga smábátahavn í Álakeri, sigur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu.
- Í okkara høvuðsstaði mitt í Norðuratlantshavinum er umhvørvi ein náttúrugivin og sjálvsagdur partur av gerandisdegnum, og bátarnir niðri við havnaløgini seta sín serliga dám á okkara høvuðsstað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald