Innanlands

Politikarar opnir fyri 37 tíma arbeiðsviku

Eingin av teimum fimm politisku flokkunum á tingi, sum vóru umboðaðir á pallborðsfundinum hjá Starvsmannafelagnum fyrr mánaðinum vóru beinleiðis avvísandi fyri at stytta arbeiðsvikuna

Mynd: Starvsmannafelagið

Mynd: Starvsmannafelagið

2019-04-01 15:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eingin av teimum fimm politisku flokkunum á tingi, sum vóru umboðaðir á pallborðsfundinum hjá Starvsmannafelagnum fyrr mánaðinum vóru beinleiðis avvísandi fyri at arbeiðsvikan kann verða skerd við lóg úr 40 niður í 37 tímar. Framsókn og Fólkaflokkurin leggja tó dent á, at hettar fyrst og fremst er eitt mál fyri arbeiðsmarknaðin at gera av, og Tjóðveldi vil hava meira at vita um avleiðingarnar, skrivar Starvsmannafelagið á heimasíðuni.

Fyri 40 árum síðani samtykti Løgtingið eina lóg, ið avmarkaði arbeiðsvikuna niður í 40 tímar, sum mest loyvda tímatal fyri vanliga løn. Flestu fakfeløg hava tó ásetingar um arbeiðsvikuna í sínum sáttmálum. Og í nógvum sáttmálum liggur arbeiðsvikan um 39 tímar.

Eins og í valárinum 2015, fer Starvsmannafelagið til hettar løgtingsvalið at velja sær nøkur løntakaramál, sum felagið metir hevur serligan týdning fyri limirnar, og sum flokkarnir sleppa at taka støðu til.

Eftir aðalfundin í Starvsmannafelagnum 9. mars var almennur kjakfundur í Smæruni, har eitt av hesum kjarnumálum var til kjak. Tað var spurningurin um hvat, ið flokkarnir halda um at lækka lógarásettu arbeiðsvikuna úr 40 tímum niður í 37 tímar.

5 av 7 flokkum vóru umboðaðir. Sjálvstýri og Sambandsflokkurin møttu ikki.

Les hvat umboðinin fyri flokkunum søgdu um skerda arbeiðsviku á kjakfundinum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder