Politisku vælfeløgini í Suðuroynni skipa fyri stórum, spennandi fólkafundi leygardagin 11. mai.
Leiðandi politikarar úr øllum flokkum taka lut, eins og umboð fyri politisku ungmannafeløgini eru við.
Hugsjónin við fólkafundinum er at fáa politikaran í eygnahædd við borgaran, soleiðis at veljari og makthavari møtast á jøvnum støði.
Aktuel og viðkomandi evni verða viðgjørd - høvi verður at seta spurningar og hitta politikararnar.
Fyrireikararnir leggja doyðin á ein livandi og virknan sosialan og poltiskan dag, við framløgum, atkvøðugreiðslum, speekers corner, øðrvísi innsløgum, har flokkartnir seta hvør øðrum spurningum. Fundurin endar við einum formanspallborði.
Jón Brian Vidtfeldt verður orðstýrari og dagurin verður stroymaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald