Innanlands

Þór Sigfússon verður høvuðstalari á Íverksetaradegnum

Framgangsríki stovnarin av Sjóvarklassanum í Reykjavík kemur til Føroya at leggja fram fyri føroyskum íverksetarum

2019-04-17 07:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ársins Íverksetaradagur hjá Íverksetarahúsinum verður fríggjadagin 3. mai í Løkshøll í Runavík. Høvuðstalari í ár verður Þór Sigfússon, sum er íslendskur íverksetari, rithøvundur, fyrilestrarhaldari og granskari. Hann er ph.d. í Business Networks frá Háskóla Íslands.

Þór Sigfússon stovnaði í 2012 Ocean Cluster, Sjávarklassin, í Reykjavík. Sjávarklassin er eitt íverksetarahús, har íverksetarar, granskarar og smáar fyritøkur innan sjóvinnu samstarva til tess at skapa størri virði. Í dag húsast umleið 70 ymiskar fyritøkur í Sjávarklassanum í Reykjavík. Þór hevur verið við til at stovna fleiri ymiskar fyritøkur, og harumframt verið við til at stovna trý systuríverksetarahús í USA.

Við granskingini og vitanini, sum er skapt í Sjávarklassanum, hava Þór og hinir aktørarnir úr sjóvinnuni megnað at økt munandi um virðisøkingina av fiski. Hetta hava teir gjørt við at fokusera upp á gagnnýtslu av øllum pørtum av fiskinum.

Þór Sigfússon er nógv umbiðin røðari, og luttekur javnan á ráðstevnum ymsastaðni í heiminum.

Hann hevur drúgvar royndir við at menna og knýta sambond millum ymsar aktørar innan sjóvinnu, við tí fyri eyga at skapa eina størri virðisøking fyri allar partar. Hetta verður nakað av tí, hann fer at umrøða á Ársins Íverksetaradegi, sum verður í Løkshøll í Runavík fríggjadagin 3. mai. Tiltakið er alment og ókeypis, men neyðugt er tó at tekna seg. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder