Sunleif Rasmussen skrivaði fyrstu føroysku symfoniina – og ta næstu. Hann hevur vunnið fleiri stórar norðurlendskar virðislønir og er eitt av hægst mettu tónaskøldunum í Norðurlondum. Men hvør er Sunleif Rasmussen?
Tónleikabólkurin Aldubáran fer í næstu viku í studio at spæla inn tónleik eftir
Sunleif Rasmussen. Í tí sambandi, hava tey í samstarvi við Norðurlandahúsið,
skipað fyri einum protrettkvøldi um listamannin týskvøldið 9. oktober.
Sunleif sigur seg finna íblástur úr heimlandinum. Føroyska náttúran, málið,
sangurin, mentanin og longsulin eftir frælsi eru týðandi partur av tónasmíði hansara.
Áhoyrarar kunnu vænta sær eitt avslappað kvøld við góðum tónleiki og samrøðum
um tónleik, lív og samfelag.
Sissal Kampmann og Hans Pauli Tórgarð práta við og um Sunleif, og tónleikarar úr
Aldubáruni framføra fjølbroytt verk, ið fevna frá tí inniliga og vakra til tað villa og
brúsandi.
- Norðurlandahúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald