2018-10-14 09:42
Í gjár varð Portugal rakt av ódnini Leslie, ið er harðasta ódnin, ið hevur rakt landið síðan 1842.
Sambært DR hevur ódnin koppað fleiri hundrað trø, og 15.000 heim hava mist streymin, umframt at fleiri flogferðir vórðu avlýstar.
Ongar fráboðanir eru um særd ella deyð fólk, men lokalu myndugleikarnir høvdu eisini ávarað fólk og heitt á tey um at halda seg innandura.
Við hvirlum upp móti 48 metrum um sekundið, varð hetta harðasta ódnin, ið hevur rakt Portugal.
Ódnin Leslie er nú ávegis móti Spania.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald