Poul Hansen, sakførari og vinnulívsmaður, doyði í morgun. Hann var sonur reiðaran Aksel Hansen hjá Poul Hansen, heilsølumanni í Havn, og Edith, fødd Simonsen, úr Hoyvík.
Poul Hansen var útbúgvin løgfrøðingur og virkaði sum advokatur í Havn og hevði advokatskrivstovu saman við Jónfinn Thomsen við Áarvegin. Sum ungur løgfrøðingur virkaði hann sum advokatfulltrúi hjá Trygve Samuelsen, og yvirtók virksemið, tá Trygve gavst við sínum virki.
Men tað var innan vinnulívið, at Poul Hansen gjørdi mest vart við seg. Hann var við í reiðaravirksemi saman við pápanum í felagnum Pf. Kimbil og fleiri øðrum feløgum. Gjøgnum hetta virksemi sat Poul Hansen eitt skeið í nevndini fyri Føroya Reiðarafelag og sat eisini í nevndini og sum formaður fyri Pf. Havsbrún í Fuglafirði.
Samstundis sum tað gekk betur og betur fyri Havsbrún, gjørdist eisini útlendski áhugin fyri at yvirtaka verksmiðjuna stórur.
Men Poul Hansen stríddist sum úlvur á skóg fyri at varðveita eigaraskapin í Havsbrún á føroyskum hondum. Tilboðini, sum hann segði nei til vóru nógv og støðug.
Men tá tilboð kom frá Bakkafrost um at yvirtaka Havsbrún, mátti Poul Hansen geva seg fyri meirilutanum av eigarunum, sum søgdu ja til tilboðið. Poul Hansen var avgjørdur um, at søla til Bakkafrost var tað sama sum at lata eigaraskapin í Havsbrún úr føroyskum hondum, og stríddist tí til tað seinasta ímóti.
Við søluni gjørdist Poul Hansen múgvandi maður, og árini síðan yvirtøkuna av Havsbrún í 2011, brúkti Poul til at gera íløgur og eisini stuðla ymsum virksemi, ofta av mentanarligum slag. Hann var av nógvum mettur sum sannur vælgerðarmaður, filantropur.
Eitt nú valdi hann at yvirtaka búgvið eftir Dimmalætting tá felagið sum gav út aldargamla blaðið fór á húsagang. Poul Hansen skipaði felagið av nýggjum, og tók avgerð um, saman við fyrrverandi starvsfólki, at fara undir at geva Dimmalætting út aftur sum vikublað eftir at blaðið hevði ligið deytt í gott eitt ár.
Poul Hansen sat sum nevndarlimur í eini røð partafeløgum, herundir sum formaður í felagnum, sum eigur og rekur Portalin, Spf. Knassar.
Av mentanarligum avrikum hesi seinastu árini kann nevnast ætlanin um at gera ein víkingagarð undir Egilsfjalli í Kvívíkshaga, verkætlanin fekk navnið Egilsgarður. Ætlanin er komin rættiliga langt, og tað lá Poul Hansen sera nær at hjarta at fáa bygt eina víkingakirkju, sum skuldi vera partur av víkingagarðinum. Kirkjan er liðug bygd og klár at seta upp.
Les: Kirkjan til Egilsgarð um at vera liðugt smíðað
Poul lat eisini í hesum sambandi smíða prýðiligan teinæring, Brandur Sigmundarson, sum skuldi hava tilknýti til Egilsgarð.
Poul Hansen hevði stóran áhuga fyri rossum og fyri náttúruni, var aktivur í Føroya Ríðingarfelag, og brúkti stóran part av síni frítíð á reiðtúrum, bæði her heima og í Íslandi har hann eisini hevði nógvar vinir.
Frítíðin varð eisini brúkt í Havnar Klubba, har hann í eitt langt tíðarskeið hevur verið aktivur í nevndini við ábyrgd av limatiltøkum av ymsum slag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald