Innanlands

Poul Michelsen: Samskifti skal vera beinleiðis við USA

Eftir ferðina hjá senatorunum í gjár, segði Poul Michelsen, at arbeitt verður við at skapa samskifti á embætisstøði við USA

Poul Michelsen í Føroya Tele í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Poul Michelsen í Føroya Tele í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-28 14:31 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í gjár vóru fimm senatorar í Føroyum, har teir vóru á kunningarfundi hjá Føroya Tele, tunnilsfelagnum fyri Eystur- og Sandoyartunlinum og SEV, umframt at Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, eisini kunnaði senatorarnir um ymisk føroysk viðurskifti. 

- Eg haldi ferðin gekk væl. Tey fingu svar uppá teir spurningar, sum tey høvdu, sigur Poul Michelsen, sum eisini fekk orðið á Lisa Murkowski, sum Portalurin eisini tosaði við. Lisa Murkowski er senator í Alaska, og tað er hon, ið hevur tikið stig til ferðina. 

- Tey hava nakrar av somu avbjóðingunum, sum vit. Og eg fekk eina fatan av, at hon var imponera av infrakervinum hjá okkum, sigur Poul Michelsen, ið sigur at hann legði dent á samstarvið, sum Føroyar hava við USA, í sínari framløgu fyri senatorunum. 

- Eg greiddi frá um Føroyar sum samfelag, men eisini um okkara útflutning til USA, sigur Poul Michelsen, sum heldur at vitjanin skal síggjast frá einum geopolitiskum sjónarhorni. 

Les eisini: Mær dámar hvussu tit hava bundið oyggjarnar saman  

- Tað hevur nakað at gera við, hvar vit hoyra til, og at tað eitt nú er týdningarmikið, at vit eru í NATO samstarvi. Viðurskiftini í arktiska økinum spennast, greiðir Poul Michelsen frá. 

Embætissamskifti við USA
Poul Michelsen greiðir frá, at ferðin hjá senatorunum langt síðani varð sett á dagsskránna, og at hon upprunaliga skuldi vera um nýggjársleitið, tá tað almenna í USA fór í verkfall. Men eru útlit fyri, at viðurskiftini við USA gerast betri handilsliga? 

- Vit hava sett ynski fram, fyrst fyri Rufus Gifford, fyrrverandi sendiharra, og Carlu Sands, sum er amerikanskur sendiharri nú, um at hava eitt samskifti á embætisstøði, greiðir Poul Michelsen frá. 

Sum nú er, hava Føroyar embætisnevndir við øllum teimum londunum, sum vit hava sáttmálar við. Tílíkar nevndir skulu viðgera trupulleikar og avbjóðingar, sum taka seg upp, og Poul Michelsen sigur, at tað hevði merkt, at Føroyar fingu samskifti uttanum Danmark. 

- Carla Sands vísti ongan áhuga fyri tí, tá eg nevndi tað fyri henni fyrstu ferð. Men nú segði hon, at tey høvdu viðgjørt spurningin, og at tey ætla at byrja eitt samstarv, sigur Poul Michelsen, ið greiðir frá, at endamálið fyrst og fremst er, at samstarvið við USA skal í meira formliga legu. 

- Vit hava fyrst og fremst bara brúk fyri at stabilisera samstarvið, soleiðis at vit ikki frá degi til dags kunnu koma út fyri, at øll søla til USA steðgar, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum at enda. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder