Innanlands

Poula Eidesgaard nýggjur leiðari á Brúsa

Poula tekur yvir eftir Jóhannu Vest, sum hevur verið leiðari á stovninum síðan 2015

Mynd: Eysturkommuna

Mynd: Eysturkommuna

2019-05-09 16:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Poula Eidesgaard er settur sum nýggjur leiðari á dagstovninum Brúsa í Leirvík. Hon byrjar í starvinum tann 20. mai og kemur fyri Jóhannu Vest, sum hevur verið leiðari á stovninum síðan 2015.

Poula er námsfrøðingur við leiðsluútbúgving, psykoterapeutur og hevur arbeitt sum leiðari í 18 ár, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni. Seinastu árini hevur hon arbeitt sum leiðari innan dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu.

Nú kemur hon at leiða arbeiðið á dagstovninum Brúsa í Leirvík, og hon sigur seg vera spenta uppá at byrja í nýggja starvinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder