2019-04-09 12:08

Birgar Johannessen lat í fjør Tórshavnar býarsavni allar lutirnar í privata savni sínum. Framsýningin hjá Birgari stendur í gamla Tórs Kafeteria eitt stutt bil afturat, tí leigumálið gongur skjótt út.
Í hesum sambandi verður opið hvønn dag frá 8. apríl til 3. mai.
Arbeitt verður við at útvega Tórshavnar býarsavni høli til fast framsýningarvirksemi, og lutirnir frá Birgari verða partur av føstu framsýningini hjá býarsavninum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald