Avgerð er tikin um at gevast við virkseminum í Kongaligu Pubbini og Seglloftinum á Tvøroyri.
Suðurrás skrivar, at Seglloftið og Pubbini boða frá, at Seglloftið er bókað til nøkur tiltøk í mai, har innbjóðingar og avtalur eru gjørdar. Tey tiltøkini verða avgreidd, men tikið verður ikki ímóti fleiri bókingum, og er seinasta tiltak á Seglloftinum tískil 31. mai, tá Mentanarnátt er á Tvøroyri.
- Pubbin letur aftur fríggjadagin 3. mai. Tá verður seinasti Fimmarin, og vónandi koma nógvir stamgestir á gátt, sigur Anna Kirstin Thomsen.
Anna Kirstin hevur rikið Pubbina og Seglloftið, meðan eitt felag í Havn eigur bygningarnar.
- Eg eri sjálvandi hørm um, at vit lata aftur, men gleðist um, at tað eydnaðist bróður mínum og øðrum at fáa bygningarnar og fiskaplássið friðað. Somuleiðis fegnist eg um, at vit fingu umvælt Pubbina og Seglloftið soleiðis, at hetta eru millum hugnaligastu hølir í landinum. Eg vóni sjálvandi, at virksemið heldur fram undir aðrari leiðslu, tí hesir bygningar eru upprunin til Tvøroyri, og her hevur altíð ýtt av lívi.
- Tað hevði verið stórt spell, um teir nú fara at standa myrkir og tómir eftir 183 árum, sigur Anna Kirstin.
Søguligir lutir og skjøl hjá T. F.Thomsen hevur Rókur Tummasarson fingið í varðveitslu. Hann stendur fyri søgusavninum, sum er skipað í Pakkhús 5. Savnið og ungdómshúsið í Pakkhús 4 verða ikki ávirkað av avgerðini um at gevast.
Seinasti bygningurin, Pakkhús 18, er latin bygdarsavninum á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald