Ymsir gestir vóru til dyst á Tórsvølli í kvøld til landsdyst, og sóu Føroyar tapa 3-0 móti Aserbadjan.
Nógv umstríddi fyrrverandi forsetin í Katalonia, Carles Puigdemont, var millum annað til dystin, og nakað har frá sat íslendski forsetin Guðni Th. Jóhannesson.
Puigdemont luttekur á ráðstevnu um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt, sum Tjóðveldi skipar fyri, og sum verður í Norðurlandahúsinum í morgin.
Íslendski forsetin hevði fyrilestur í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum seinnapartin.
Guðni Th. Jóhannesson, íslendskur forseti og Christian Andresen, FSF forseti (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald