Pullartarnir undir Bryggjubakka eru nú virknir aftur. Klokkan 11 vóru pullartarnir tendraði aftur.
Endamálið við pullartunum er at avmarka ferðsluna og raðfesta tryggari umstøður til fólk til gongu, sølufólk og til útiborðreiðan. Øll vørukoyring skal tí fara fram millum kl.5 og kl.11 á morgni, tá pullertarnir eru í óvirknir.
Um veitingarvirkir, tey sum búgva ella virka undir Bryggjubakka, hava átrokandi tørv á at koma inn á økið, tá pullertarnir eru virknir, hava tey kotu, ið verður tøppað inn á tøknikassan við inngongdina, pullartarnir fara tá sjálvvirkandi niður í breytina og fara uppaftur eftir hálvum minutti, skrivar Tórshavnar kommuna.
Pullartarnir eru tryggjaðir soleiðis, at teir ikki fara upp, um ein bilur er nærri enn 1,5 m frá teimum, tá ið tyngd er á teimum, ella tá ið fólk stendur hjá ella á teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald