Í summar hevur Russland fingið floksimmunitet, og tá kann landið strika tey smittufyribyrgjandi tiltøkini, sum myndugleikarnir hava sett í verk.
Tað væntar russiski forsetin, Vladimir Putin, sambært Reuters.
68 ára gamli Putin varð sjálvur koppsettur fyri koronu í vikuni. Upplýst verður ikki, hvat slag av koppingarevni hann varð koppsettur við, men talan er um eitt evni, sum er framleitt í Russlandi, skrivar CNBC.
Í august í fjør varð Russland fyrsta landið í heiminum at góðkenna eitt koppingarevni móti koronu. Talan var um koppingarevnið Sputnik V. Russland hevur nú ment og framleitt trý koppingarevni. Hini bæði, sum herfyri fingu skundgóðkenning, eita EpiVacCorona og CoviVac.
Kreml vil ikki upplýsa, hvat av hesum trimum Putin varð koppsettur við, tí øll koppingarevnini eru álítandi og munagóð, verður sagt.
Í Russlandi hava 4,5 mió. fólk fingið staðfest koronu, og sambært heimasíðuni Statista.com hevði landið gjørt 10,6 mió. koppsetingar 24. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald