Russland lýsir nú undantaksstøðu í teimum fýra landslutunum, sum til fyri stuttum vóru partar av Ukraina, nevniliga Donetsk, Luhansk, Kherson og Zaporizjzja.
Sambært russiska forsetanum, Vladimir Putin, fáa leiðararnir, ið eru innsettir í teimum fýra økjunum, nú víðkaðar heimildir, men tað er tó óvist, hvat tað inniber, skrivar NRK.
Russiskar herdeildir skulu nú hava strangari eftirlit við teimum fólkum, sum ferðast til og úr landslutunum. Undantaksstøða verður eisini sett í gildi í russisku landspørtunum Krasnodar, Belgorod, Bryansk, Voronezh, Kursk og Rostov, sum hava mark til Ukraina umframt landslutirnar Krim og Sevastopol, á Krim hálvoynni, sum Russland legði undir seg í 1014.
Flyta fólk úr Kherson
Russiska hersetingarvaldið boðaði í morgun frá, at ætlanin er at fara undir at flyta fleiri tíggjutúsund fólk burtur frá hermótunum í hersetta Kherson-landslutinum. Orsøkin sigst vera, at økið er hótt av ukrainska herinum.
Talan er um at flyta millum 50.000 og 60.000 persónar burtur. Sambært Vladimir Saldo, guvernøri, verða tey flutt til økir eystan fyri Dnipro-ánna, skrivar dr.dk.
Russland byrjaði sína innrás i Ukraina 24. februar, tá ein roynd eisini varð gjørd at herseta høvuðsstaðin, Kyiv. Síðan valdu russar at uppgeva hesa royndina fyri ístaðin at miðsavna seg um stríðið um økið í landssynningspartinum av Ukraina.
Hetta førdi til, at landið skipaði fyri fólkaatkvøðum í landslutunum Kherson, Zaporizjzja, Luhansk og Donetsk, sum síðan vórðu innlimaðir í russiska ríkið eftir at stórur meiriluti var fyri hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald