Uttanlands

Putin vil hava beinleiðis samráðingar millum Russland og Ukraina

Tær kunnu byrja longu hósdagin í Istanbul, segði russiski forsetin á tíðindafundi í nátt

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2025-05-11 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina og Russland eiga at fara undir beinleiðis samráðingar, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin.

Putin segði á tíðindafundi í nátt, at møguligar samráðingar kunnu byrja 15. mai í turkiska býnum Istanbul.

Endamálið er at fáa varandi frið og taka burtur grundleggjandi orsøkirnar til kríggið í Ukraina, segði hann sambært Ritzau.

– Tað var ikki Russland, sum sleit samráðingarnar í 2022. Tað vóru tey í Kyiv, segði Putin og legði afturat, at beinleiðis samráðingar eiga at verða tiknar uppaftur uttan nakrar áður fráboðaðar treytir.

– Vit bjóða Kyiv at taka samráðingarnar uppaftur longu hósdagin í Istanbul, segði Putin og legði afturat, at Russland ynskir veruligar samráðingar, og er tað ikki óhugsandi, at partarnir undir hesum samráðingum kunnu semjast um eina vápnahvíld.

Í gjár vitjaði leiðarar úr Póllandi, Stórabretlandi, Fraklandi og Týsklandi í Kyiv, har teir hittu ukrainska forsetan. Amerikanski forsetin var eisini við á fundinum umvegis telefon, og eftir fundin boðaði ukrainski uttanríkismálaráðharrin frá, at partarnir vóru samdir um eina 30 dagar langa vápnahvíld, og heittu teir á Russland um at taka undir við henni.

Les eisini: Ukraina og sameind klár til vápnahvíld í 30 dagar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder