Uttanlands

Putin vil hava fyribils vápnahvíld í mai

Ukrainski uttanríkismálaráðharrin skilur ikki, hví Putin vil bíða til í mai mánað

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2025-04-28 15:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin boðar frá einari fyribils vápnahvíld í krígnum millum Russland og Ukraina.

Talan verður um nakrar dagar í mai mánað. Sambært Reuters verður tað frá 8. til 11. mai, meðan AFP skrivar, at tað bert er galdandi til 10. mai.

Hetta sigst at vera í sambandi við, at Russland 9. mai hátíðarheldur endan á seinna heimsbardaga.

Úr Russlandi verður sagt, at mann væntar, at Ukraina fer at fylgja vápnahvíldini, og at eitt brot á vápnahvíldina verður afturlønt.

Ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Andrij Sybiha sigur seg ikki skilja, hví Russland vil bíða til 8. mai.

– Um Russland vil hava frið, so mugu tey seta vápnahvíld í verk alt fyri eitt. Hví bíða til 8. mai, skrivar hann á X sambært Ritzau.

Ukrainski uttanríkismálaráðharrin leggur afturat, at Ukrainar eru til reiðar at góðtaka eina varandi vápnahvíld á í minsta lagi 30 dagar.

Putin boðaði frá einari líknandi vápnahvíld á páskum. Hon skuldi vara frá 19. til 21. apríl. Men bæði Russland og Ukraina boðaðu frá fleiri hundrað brotum á vápnahvíldina.

Les eisini: – Zelenskyj til reiðar at sleppa Krim-hálvoynni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder