Í lesarabrævi á r7.fo kemur stjórin á R7 við rættiliga hvøssum atfinningum móti Rigmor Dam, landsstýriskvinnu.
Sambært Inga á Steinamørk, stjóra í R7, byrjar rumbli, sum hevur ført við sær eina kæru móti Kringvarpi Føroya um brot á góðan fjølmiðlasið, tá landsstýriskvinnan skrivar ein Facebook-status uttan at hava kannað, hvat málið snýr seg um.
“Tví vorði tykkum, um tað veruliga er so, at tit varpa rasismu til Føroya fólk”, skrivaði landsstýriskvinnan.
- Samstundis skrivar hon í eini viðmerking, at hon ikki hevur lurtað eftir sendingini, ið talan var um. Hetta er so ókompetent sum tað kann vera, sambært Inga á Steinamørk.
- Rigmor er hægsti myndugleiki fyri føroyskar miðlar, men eisini hon reisir ákærur og eksekverar dóm, uttan at hava so mikið sum kannað, hvat tað snýr seg um, skrivar Ingi á Steinamørk.
Stjórin á R7 vísur eisini á, at landsstýriskvinnan ætlat at senda R7 eina átalu fyri nakað, sum eingin niðurstøða er tikin um.
- Hetta er sera undarligt, tí tá ið Miðlahúsið neyðtók reglurnar um góðan fjølmiðlasið í handfaringini av málinum um Bjarna Hammer, hoyrdu vit einki frá Rigmor, um at hon skuldi senda átalu til Miðlahúsið, skrivar Ingi á Steinamørk.
- Niðurstøðan er, at Rigmor Dam ikki er egnað sum mentamálaráðharri. Hon ger øllum Mentamálaráðnum fyri skommum, við sínari ivasomu framferð og við at misrøkja sína sjálvsøgdu skyldur.
Les eisini: Ríkisadvokaturin skal gera av um Breckmann skal ákærast
Les eisini: R7 kærir Kringvarpið fyri brot á góðan fjølmiðlasið
Les eisini: Rigmor Dam: R7 fær eina áminning um treytirnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald