Ráð um covid-19: Vodka kann eisini brúkast

Pál Weihe hevur í kvøld svarað spurningum á kvf.fo um coronavirusið. Spurningarnir fevna breitt

Pál Weihe svarar spurningum frá føroyingum (Skíggjamynd úr Degi & viku)

Pál Weihe svarar spurningum frá føroyingum (Skíggjamynd úr Degi & viku)

2020-03-09 20:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógvir spurningar eru settir og svaraðir á beinleiðis kjatt-tænastuni á heimasíðuni hjá Kringvarpinum í kvøld. Har hevur Pál Weihe, serlækni, sitið og svarað spurningum, sum føroyingar ivast í.

Og spurningarnir fevna rættiliga breitt.

Millum annað spyr ein viðvíkjandi hondspritti, sum hevur verið útselt, nú coronatilburðir eru staðfestir í Føroyum.

- Nú onki hondspritt er at fáa, kann so vanligt húsarhalds-spritt brúkast í staðin til hendurnar, spyr ein brúkari við navninum Páll.

Serlæknin svarar aftur stutt og greitt.

- Ja, ella vodka.

Ein brúkari við navninum Jan spyr, um hann kann fara til Danmarkar í vikuni.

- Tað er tað eingin trupulleiki við - vit hava upp á seg fleiri tilburðir í Føroyum enn í Danmark beint nú, ljóðar frá Pál Weihe.

Ein annar spyr hvussu tað er við jarðarferðum, og um fólk eiga at lata vera við at fara til jarðarferðir.

- Hvussu við jarðarferðum. Kunna tær fara fram sum vant? Sama viðvíkjandi ervi? Vanlig mannagong her er at flest fólk leggja hond á kistu, fyri síðani at taka í hond á avarandi. Eftir hetta setast hesi somu fólk til bords. Hvussu vildi tú viðmælt at jarðarferð fer fram í sambandi við COVID-19?

Sambært Pál Weihe eiga vit í øllum førum at lata vera við at leggja hondina av sama stað á kistuni, og at geva avvarandi hondina.

- So leingi, vit hava tamarhald á støðuni, tað vil siga, at tað "bara" eru tvey fólk, sum hava fingið smittuna, og fólkini, tey hava havt samband við eru í karantenu, so haldi eg, jarðarferðir kunnu fara fram, sum vanligt. Tó skal sigast, at hoyrir tú til ein av vandabólkunum, gamal, sjúkur ella veika immunverju, so er rímiligt, at hugsa seg um tvær ferðir, har so nógv fólk eru savnað. Eisini er tað vandamikið, at øll leggja hondina á sama stað, og hesum áttu vit at latið verða við, og heldur ikki givið avvarðandi hond, soleiðis sum tað eisini stendur í almennu leiðbeiningunum.

Fleiri spurningar og svar síggjast á kvf.fo her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder