Innanlands

Ráðstevna um vatnorku á Hotel Føroyum

Norðmenn eru komnir til Føroya at fundast um menningina á vatnorkuøkinum

Mynd: SEV

Mynd: SEV

2018-09-25 16:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum 24. - 26. september er ráðstevna um vatnorku á Hotel Føroyum.

Tað er EnergiNorge, sum í samstarvi við SEV, skipar fyri ráðstevnuni, sum hevur heitið Vassdragsteknisk forum Region Vest, skrivar SEV á heimasíðu sína.

Uml. 70 umboð fyri ymiskt orkufeløg eru við. Á skránni eru framløgur um m.a. bygging av byrgingum, kortlegging, nýggja tøkni og brúk av dronum til eftirlitsarbeiða.

Heri Mortensen, deildarstjóri hjá SEV bjóðar vælkomin og greiðir frá vatnorku í Føroyum, og Terji Nielsen, menningarleiðari greiðir frá, hvussu Føroyar verða 100 prosent grønar í 2030.

Árliga ráðstevnan, ið er ætlað limafeløgum hjá EnergiNorge í region vest, verður vanliga hildin í Noregi, men hesa ferð hevur EnergiNorge avgjørt at flyta hana til Føroya.

Avgerðin at flyta tiltakið til Føroya hevur viðført, at luttakaratalið í ár er væl hægri enn onnur ár, tí nú eru umboð fyri orkufeløg alla staðni úr Noregi, og ikki bara av vestursíðuni.

Á skránni eru eisini útferðir, og vitjað verður m.a. á Fossáverkinum hjá SEV í Vestmanna, í Kirkjubø, Saksun, og Gjógv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder